Starvslýsing

Søkt verður eftir teknikara til P.P. Faroe Pelagic

Lýst verður hervið eftir teknikara  til P.P. Faroe Pelagic í Kollafirði.

Arbeiðsøkið fevnir um:

Tann, ið settur verður kemur, saman við øðrum teknikarum á virkinum, at taka sær av øllum maskinaríðnum á virkinum. Hetta merkir m.a. viðlíkahald, um- og útbygging, o.s.fr.

Arbeiðstíðin:

Arbeitt verður í toymi á 3 fólk, og vaktirnar eru 12 tímar tá framleiðsla er, og 8 tímar tá eingin framleiðsla er, og annars eftir tørvi. Skift verður millum dag- og náttarvakt.

Útbúgving:

Tann, ið settur verður, skal helst verða útbúgvin Maskinmaður/elektrikari.

Fólk við øðrum tekniskum- ella maskinútbúgvingum, og royndum við elektriskum arbeiði, kunna eisini søkja.

Umráðandi er at tann, ið settur verður, dugir eitt sindur av hvørjum, innan elektriskt og tekniskt/maskinarbeiði.

Løn:

Løn sambært avtalu.

Freist at søkja:

Miða verður ímóti at tann, ið settur verður, skal kunna byrja sum skjótast.

Umsóknir kunnu sendast til finance@ppfaroe.fo í seinasta lagi 27. Mars 2020.

Eitt sindur um felagið:

P.P. Faroe Pelagic er uppisjóvarvirkið

JO

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.