Søk stuðul frá Føroyagrunninum

Føroyagrunnurin bjóðar fólki at søkja stuðul til ávís endamál umvegis heimasíðuna foroyagrunnurin.fo

Sambært § 4 a í viðtøkunum fyri Føroyagrunnin kann partur av rakstraravlopinum hjá grunninum nýtast til: “Vinnuútbúgving hjá ungum føroyingum til stuðul og/ella til íðnaðarroyndir innan fiskivinnu, handverk, ídnað, marknaðarkanningar og slíkt.” Víðari stendur í § 5: “Styrkur kann bert veitast eftir umsókn. Stýri grunsins tekur avgerð um, hvør skal fáa veitingar og ger somuleiðis av støddina og treytirnar fyri hesum.”

Umsóknir um stuðul verða viðgjørdar tvær ferðir um árið. Umsóknarfreistirnar eru 15. mars og 15. september.

Samlaða tøka stuðulsupphæddin til umfarið tann 15. september 2021 er upp til kr. 500.000. Stýrið tilskilar sær rætt til ikki at útluta alla upphæddina, um tað ikki eru nóg nógvar skikkaðar umsóknir.

Umsóknir skulu skrivast í oyðublaðið, sum finst á foroyagrunnurin.fo/studul

Kravd fylgiskjøl til umsóknir eru: Verkætlanarlýsing, fíggjarætlan, tíðarætlan og CV. Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum, tó undantikið stuðul til skúlagjald. Umsóknir, sum ikki eru fullfíggjaðar, kunnu verða avvístar.

Stuðul kann latast til:
1, Vinnuútbúgving
2. Ídnaðarroyndir
3. Annað

Dømi:
1. Stuðul til vinnuútbúgving kann til dømis hugsast at vera skúlagjald til vinnutengdar útbúgvingar á serliga viðurkendum skúlum, har tann almenni stuðulin, sum fæst, ikki strekkir heilt til. Annað dømi er lutvísur stuðul til vinnu ph.d.-útbúgvingar. Stuðulsupphæddin, sum verður latin sum ein eingangsjáttan, kann vera upp til 50.000 til skúlagjald og upp til 150.000 til vinnu ph.d.
2. Við ídnaðarroyndir skal skiljast vinnuroyndir í víðastu merking. Stuðul til ídnaðarroyndir kann til dømis hugsast at vera til nýggj átøk og royndir, sum kunnu skapa arbeiðspláss og vøkstur og/ella, sum kunnu kveikja áhuga og kunnleika serliga hjá ungdómi til ídna. Hetta kann vera kring alt landið.
3. Í undantaksføri kann stuðul latast til annað enn 1 og 2, um so er, at tað verður mett á onkran hátt at vera fevnt av orðingunum í §4 a, uttan at fella beinleiðis undir 1 ella 2.

Um Føroyagrunnin
Føroyagrunnurin frá 1971 er vinnurekandi grunnur, sum hevur til endamáls:
– at eiga partapening í JFK
– í tann mun fíggjarligu umstøður grunsins loyva tí at veita stuðul sambært §4 í viðtøkunum
– Harumframt kann grunnurin seta á stovn og reka vinnurekandi partafeløg.

Í 2001 setti Føroyagrunnurin á stovn partafelagið Norðoya Íløgufelag. Endamál felagsins er at eiga partabrøv og onnur virðisbrøv, útlán, handil og annað starv í hesum sambandi.

Les meira á www.foroyagrunnurin.fo

Please follow and like us: