SO VERÐUR TAÐ GJØRT, endiliga blíva Stengurnar raðfestar

Eitt av mínum hjartamálum til Býráðsvalið 2020 var fiskivinnan og Stengurnar og nú nýggja samgongan í Klaksvíkar Býráð er farin til verka, so er gleðiligt, at teir byrjaði við okkara fiskivinnu, har teir hava raðfest Stengurnar og farið er í gongd við at planera økið.
Stengurnar hava ongan góðan átt í 8 ár og endiliga verður okkara fiskivinna raðfest, sjá filmsklipp, har undirritaði sigur sína hjartans meining um Stengurnar og økið við egningarskúrarnar.
Havi ikki sæð planin yvir økið á Stongunum, men vónandi verður alt økið asfaltera, bæði norðanfyri og aftanfyri fyri egningarskúrarnar og so kann lyktapelin til vinstru á myndini takast burtur, tí hann gerð lítla og onga nyttu har. Parkeringsøkið eigur at gerast og so eitt økið til kránan, sum útróðrarmennirnir kunnu brúka til av og áskipan, tá ið teir fara til útróðrar ella tá ið teir koma aftur.
Kajkanturin er lívshættisligur og vánaligast stendur til niðanfyri Heilsøluna og Borg, har stengur stinga upp og ongin kantverja er, hon má gerast umgangandi, kajkanturin er lívshættisligur.
Vatn manglar eisini og har skulu fleiri spulislangur setast upp á økinum.
Bollafabrikkin skal eisini hava eina góða hond, men í valstríðnum søgdu Jógvan Skorheim og Tummas Lervig, at Bollafabrikkina átti allir eigarnir av egningarskúrunum og so er at geva teimum skeyti.
Hetta skrivar Klaksvíkar Kommuna á teirra heimasíðu:
ASFALTERA Á STONGUNUM
Í morgun var farið undir arbeiðið við at asfaltera vegin á Stongunum, har útróðrarmenn og onnur hava dagligt virksemi.
Fyrstu vikuna verður økið planera, og síðani verður asfalterað. Um veðrið er til vildar, so verður arbeiðið væntandi liðugt seint í komandi viku.
HJ Asfalt stendur fyri arbeiðinum.
Klaksvíkar Kommuna