So verður tað aftur finala fyri U15 dreingirnar.🏆

Aftur eru liðini KÍ-Víkingur. Somu lið hittust í steypafinaluni herfyri og nú stendur FM upp á spæl.

Vit vilja heita á KÍ-fjepparar um at koma at stuðla okkara røsku dreingjum ⚽️💙hóskvøldið tann 10.10.2019 kl. 19:15💙⚽️ í Klaksvík at endurvinna meistaraheitið. Mammur bjóða kaffi í skýlinum.

Hetta er seinasti dystur í ár og møguleikin er at vinna greipuna – og við góðum stuðli ber alt til.

Koyr á KÍ – blátt er gott og framtíðin er blá!

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: