SO ER TAÐ GJØRT, so vaknaði Klaksvíkar Kommuna, men átti hon feilin?

 

Tað tók eina viku at seta eina girðing upp við vandamikla útstykkingini á Bumshamri og hetta hendir eftir eftir at eitt barn gekk eftir kantinum í morgun og fólk sum sóu tilburin boðaði Klaksvíkar Kommunu frá og søgdu at nú mátti Klaksvíkar Kommuna taka ábyrgd.

Men tað er als ikki sikkurt at tað er uppgávan hjá Klaksvíkar Kommunu at standa fyri trygdini, tá ið ein borgari grevur undir ein veg hjá Klaksvíkar Kommunu og ikki tonkir upp á trygdina og at børn og bilar kunnu enda í grundstykkinum og kunnu fáa stóran skaðað.

Mín meining er tann, at tað er uppgávan hjá borgarnum at trygdin er í ordan og tað má vera uppgávan hjá Klaksvíkar kommunu at øll viðurskiftir eru í ordan og so kann ein spyrja, eru viðurskiftini í ordan við útgravingini á Bumshamri?

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: