So rundaði News.fo 2. milliónum vitjarnir

Í morgun komu vitjarnar á News.fo yvir 2. millión og í løtuni eru teljarin komin upp á 2.000.513 og tað gleðiliga sum nú er hent, er at nú koma endiliga lýsingar eisini inn á portalin og tað eru tær vit skulu liva av.

Skrivaðar eru 4.030 greinar og av teimum hevur undirritaði skriva 4,ooo greinar. Túsundtals myndir eru tiknar og fleiri filmsklipp er eisini tikin.

Nógvar greinar hava verið skrivaðar ígjøgnum árini og ein sum fekk sera nógva umrøðu í øllum fjølmiðlunum í Føroyum og millum fólk, var greinin, har Anita á Fríðsmørk kallaði fyrv. løgtingsformannin Páll á Reynatúgvu fyri ein stóran egoist, sjá greinina her, “Løgtingsformaðurin er ein stórur egoist og psychopat smb. Anitu á Fríðrismørk”

News.fo er eisini tann fjølmiðil, sum hevur bíðligast lýsingarprísirnar í Føroyum, so tað er bara at seta tykkum í samband við okkum, vit skulu nokk geva tykkum eitt super tilboð. Send meyl á simun@news.fo ella ring 273200.

Tit síggja lýsingarprísirnar ovast á heimasíðuni.

Símun á Høvdanum

Please follow and like us: