Í morgun komu vitjarnar á News.fo yvir 1. millión og í løtuni eru teljarin komin upp á 1.000.383 og tað gleðiliga sum nú er hent, at nú koma endiliga lýsingar eisini inn og tað eru tær vit skulu liva av.

Skrivaðar eru 2.334 greinar og av teimum hevur undirritaði skriva 2.318 greinar. Túsundtals myndir eru tiknar og fleiri filmsklipp er eisini tikin.

Nógvar greinar hava verið og ein sum fekk sera nógva umrøðu í øllum fjølmiðlunum í Føroyum og millum fólk, var hendan greinin, har Anita á Fríðsmørk kallaði fyrv. løgtingsformannin fyri ein stóran egoist klikk her, “Løgtingsformaðurin er ein stórur egoist og psychopat smb. Anitu á Fríðrismørk”

News.fo er eisini fjølmiðulin, sum hevur bíðligast lýsingarprísirnar í Føroyum, so tað er bara at seta tykkum í samband við okkum, vit skulu nokk geva tykkum eitt super tilboð. Tit síggja lýsingarprísirnar ovast á heimasíðuni.

Símun á Høvdanum

 

 

 

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author