So hevur regna í 24 tímar í Klaksvík

Eftir at vit hava havt turrveður í vikuvís, so kom regni í gjár og nú hevur tað regna í 24 tímar út í eitt.
Í løtuni, klokkan er seks um morgunin, regnar illa, heili 4.2mm, men klokkan 12.00 verður ein glottið og síðani byrjar tað at regna aftur.
Sambært veðurstøðini yr.no, so heldur regni áfram til klokkan 6 fríggjamorgunin.
Her nakrar myndir frá regninum í Klaksvík tann 14.06.2018, sjá herundir.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: