So eydnaðist tað, U17 dreingirnir vunnu bronsuna

Flogbóltur: U 17 dreingirnir vunnu bronsuna

So eydnaðist tað!

Dreingirnari á U 17 lansliðnum vunnu fyri løtu síðani Bronsuna í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA – sum í hesum døgum er í Ikast.

Dysturin var ímóti Svøríki og megnaði føroyska liðið at vinna dystin 3-1, aftir at teir í øðrum setti mistu takið á dystinum. Hetta settið tapti Føroyar 26-24, men teir komu sterkt aftur og vunnu trygt 3. og 4. settið.

Settini endaðu 25-17, 24-26, 25-16 og 25-19.

Nr. 4. gjørdist Svøríki, meðan tað enn ikk ier avgjørt hvør verður nr. 5, 6 ella 7 – tað eru Ongland, Danmark og Ísland sum stríðast um hesi plássini.

Finalan verður spæld ímillum Finnland og Noreg klokkan 14,30.

Leikararnir á U 17 liðnum hjá dreingjunum eru hesir:

Fleyr
Jónfinnur Jógvansson Hansen
Mattias Nolsøe Isaksen
Tórur Paulason
Hørður Joensen

SÍ:
Hjørtur Joensen
Bjarni Joensen
Silas Poulsen
Ragnar Weihe
Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen
Julian Vest Niclasen
Jón Weihe Simonsen

Mjølnir:
Dávið Hentze

Venjarar:
Rajko Petrovic og Hans Simonsen.

Kelda: www.fbf.fo

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author