C, D, E & F egna við 1 millard, sum ikki er til. Man kann ikki liva av luft og kjerligheit, men tað røkkur til tingsess.

Eg tími ikki at lumpa fólk. Eg kann tí bara bjóða skilagóða stýring, rationaliseringar og umleggingar.

Eg kann bjóða tykkum at tit fáa væl meira fyri pengarnar. Eg kann lova tykkum at eykakostnaður av útsettum viðlíkahaldi á vegum og bygningum verður rationalseraður burtur.

Eg kann lova tykkum at byggikostnaður heldur eins og tíðarætlan.

Hvat heldur tú, góði veljari? Er betri at tey á niðastu rók sleppa undir tak og hava ráð til mat enn at tey sum tjena væl fáa styttri arbeiðasdag?

Eg haldi, at vit eiga at hava eina skipan soleiðis at pensjonistar kunnu arbeiða, hava teir hug.

Eg haldi, at vit noyðast at hava skipan fyri “voksenlærling”

Eg haldi, eg klári at loysa málið um gongd í haga uppá 3 mánar.

Manglandi útstykking í Havn er orsøkin til høgar sethusaprísir. Tað loysa vit við at flyta almennar stovanar úr dýrum leigumálum í Havn. Og vit flyta stovnar út líka til kommanan útstykkjar nøktandi tal av bústaðareindum. So lækka vit prísin og útvega øllum í Tórshavn ein bústað.

Faktis ber til at gera øgiliga nógv, sum hevði glett øgiliga nógv og sum hevði muna øgiliga væl hjá øgiliga nógvum, uttan at tað endiliga kostar pengar!

Hví fólk velja politikarar, sum bjóða dýrar gávur, sum skulu gjaldast, ikki við teirra pengum, men við tínum pengum, skilji eg ikki.

Um tú ert troytt(ur) av at tosa um høgan skatt og manglandi almennar tænastur, so ert tú vælkomin at atkvøða fyri undirritaða.

Mær fortalt, so er Tobbi so imponeraður av fíggjarstýringini tá eg var borgarstjóri, at tað verður nevnt á hvørjum fundi. Tá Tobbi var landstýrismaður, valdi hann meg enntá í nevndina fyri útjaðaramenning. Besta viðmæli ein kann fáa er frá fíggindanum.

Vel ein, sum hevur royndir at umsita pengarnar hjá øðrum. Vel ein, sum hevur virðing fyri pengunum hjá øðrum. Vel ein sum fær almennar pengarnar at røkka langt.

Um tú ynskir broytingar… Um tú ynskir tingfólk sum avrika…

Eg eri takksamur fyri hvørja einastu atkvøðu!

Eivind Jacobsen

Fólkaflokkurin

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: