So er avgerðin tikin, Joen Magnus og Uni stilla upp fyri Fólkaflokkin

Eg ætli at stilla upp til Løgtingsvalið, men ikki til Fólkatingsvalið.
Eg vóni at verða valdur á Løgting í august.
Uni bróður stillar upp til Fólkatingsvalið fyri Fólkaflokkin.
Hann hevur stóran áhuga í politikki, bæði donskum og føroyskum, og vil fegin tala søk føroyinga á Fólkatingi.
Hóast Uni gjørdist blindur, sum 21 ára gamal, í ferðsluvanlukku, hevur hann víst ein heilt serligan vilja til, at hetta ikki skal verða ein forðing í dagligdegnum.
Hann kundi jú valt, at siti heima, og tikið synd í sær sjálvum.
Í staðin hevur hann gjørt slík megnaravrik, sum nærum einsamallur, at klæða sær húsini í Gøtu, har meginparturin av arbeiðnum varð gjørt úr stiga.
Hann hevur verið uppi á takinum og gjørt viðlíkahaldsarbeiði.
Tá vit ein dag fletta 60 seyðir, so tummar hann allar 60.
Hann hevur runnið maraton.
Hann hevur súkklað úr Klaksvík til París við Rynkeby-liðnum.
Hetta eru bert nøkur dømi, um ein mann, sum avrikar nógv meir, enn væntast kann av honum.
Hann arbeiðir sum sjálvstøðugur vøddamýkjari, og er stjóri á Hotel Runavík. Eisini er hann býráðslimur í Eysturkommunu.
Uni er róligur, siðiligur og passaliga tvørur.
Hesin viljin, ella hetta treiskni, eigur at koma væl við á Danatingi.
Eg ivist ikki, eg ætli at velja Una, og vóni at fleiri gera tað sama.
Valevni Fólkaflokkurin til Løgtingsvali
Uni Rasmussen
Valevni Fólkaflokkurin til Fólkatingsvali