Smaragd og Grønanes landaðu 72.000 pund til Kósina í dag

Smaragd, sum hevur ligið sera leingi við bryggju, er farin í drift aftur og hevur hann verið úti og trola saman við Grønanesi. Teir hava partrola eystanfyri Føroyar.

Teir hava landa 72.000 pund til kósina og tað mesta var havtaska og upsi.

Ein partur bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var havtaskan, Smaragd landaði 12.600 pund og Grønanes 13.800 pund til FMF.

Teir byrjaði túr 18. november.

SáH

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author