Bragd, Kallanes og Stakkavík eru komnir aftur at landi

Bragd kom aftur kl. 19:00 í gjárskvøldið og høvdu umleið 10.000 pund. Kallanes kom aftur ein tíma seinni og hevði 9.500 pund og Stakkavík kom aftur í morgun og hevði 4.500 pund.

News.fo og Norðoya Portalurin vóru ein túr á Stongunum og fingu eitt prát við egnarnar.

Kallanes manglar egnarar, so hava tit hug at egna, so er bara at møta upp í egningarskúrinum hjá Kallanesi.

Her nakrar myndir tiknar í morgun og takk fyri hugnaligt prát.

SáH

Mynd tikin tann 12. apríl klokkan 19:01:05
Kallanes, mynd tikin tann 12.04.2019 klokkan 20:19:28
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author