Fyri at varpa ljós á umhvørvið og veðurlagsbroytingar, fer kommunan at sløkkja øll gøtuljós í býnum 26. mars frá kl. 20.30 til 21.30. Hetta verður gjørt fyri at stuða átakium Earth Hour, har býir kring allan heimin sløkkja ljósini í ein tíma.

Earth Hour er eitt afturvendandi átak, har endamálið er at gera fólk kring heimin varug við veðurlagsbroytingar og harvið umhvørvið.

Leygardagin 26. marts 2022 kl. 20.30 – 21.30, sløkkir Klaksvíkar kommuna gøtuljósini. Øll eru vælkomin at stuðla tiltakinum við at sløkkja ljósini í ein tíma, frá k. 20.30 – 21.30, soleiðis at vit øll kunnu vera saman um Earth Hour.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: