Lokal tíðindi Tíðindi

Skýlið við Djúpumýru er nú reist

Í dag var reisugildið við Djúpumýru, har arbeiðstakarar, umboð fyri KÍ og kommununa vórðu boðin til ein døguraðbita á loftinum í KÍ høllini.

Í november 2017 varð spakin settur í arbeiðið at byggja nýggja skýlið við Djúpumýru. Í dag er arbeiðið komið so væl áleiðis, at flest øll eru spent at uppliva nýggja skýlið, tá ið leikt verður á Djúpumýru komandi kappingarár.

Nógv arbeiðið hevur verið kring vøllin seinastu tíðina, og samlaða verkætlanin spennir víða. Í summar varð nýtt graslíki lagt á vøllin, umframt at nýggjar ljósmastrar vórðu settar upp í heyst. Hetta er alt ein liður í arbeiðinum at fáa leikvøllin altjóða góðkendan. Sostatt fara bæði vøllur og kringumstøður at lúka krøv hjá UEFA, soleiðis at altjóða dystir kunnu spælast í Klaksvík komandi ár.

Til reisugildið seinnapartin segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, nøkur orð, har hann millum annað takkaði arbeiðstakarum fyri tað megnar arbeiðið, sum nú er gjørt, og segði, at hann gleddi seg til endaliga úrslitið, tá ið landskappingin byrjar í summar.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.