Skundkanningar minka trýstið á PCR-kanningarnar


Skundkanningar fyri koronu eru nøktandi sum fyribyrgjandi kanningar at skapa tryggleika, tá ongin ítøkiligur illgruni frammanundan er um smittu. Tað heldur serfrøðin í heilsuverkinum. Mælt verður tó til, at fólk tryggjar sær, at góðskan á skundkanningunum er í lagi, og at tær lúka reglurnar í ES

Landsstýrismaðurin í heilsumálum mælir nú fólki til í størri mun at brúka skundkanningar at kanna seg fyri COVID-19 enn sonevndu PCR-kanningarnar, vit kenna í dag, tá endamálið við kanningini í fyrsta lagi er at skapa tryggleika, uttan at nakar ítøkiligur illgruni um smittu er frammanundan.

Í fleir førum er ongin sovorðin illgruni ella ábendingar um smittu frammanundan. Fólk lata seg kanna, tí tey vilja tryggja seg. Tey skulu kanska til jólaborðhald ella aðrar samkomur, ella tey eru avvarðandi at fólki á ellisheimi, ella arbeiðsplássið ynskir tað og so framvegis.

“Tað er gott, at fólk vilja kanna seg av trygdarávum – bæði fyri egna og annara skyld – men tá eru skundkanningar nøktandi og eitt gott og sera ómakaleyst alternativ. Við at fólk í størri mun fer at brúka skundkanningar, kunnu vit minka trýstið á almennu PCR-kanningarnar, ið serliga eru ætlaðar fólki, sum hava serliga grundaðar orsøkir at lata seg kanna fyri koronu”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Meginreglan í føroysku koronu-tilbúgvingini er, at at PCR-kanning eigur at nýtast til kanning av fólki við sjúkueyðkennum, fólki, sum hava verið í tøttum sambandi við annað smittað fólk, fólki, sum eru ávíst av landslæknanum, fólki, sum hava eina positiva skundkanning, og fólki, sum lata seg kanna annan dagin eftir komu til Føroya.

Skundkanningarnar eru ikki eins álítandi og PCR-kanningarnar, men tær verða mettar at vera nóg álítandi at brúka sum tryggleikakanningar. Og so hava tær tann stóra fyrimunin, at fólk kunnu kanna seg sjálv við teimum og fáa úrslitið beinanvegin.

Nýggja tilmælið hjá Heilsumálaráðnum er gjørt í samráð við landslæknan, og bæði farsóttarnevndin og landsapotekarin hava eisini havt tað til ummælis.

Dentur verður lagdur á, at ein skundkanning ikki eigur at verða eldri enn 24 tímar, og mælt verður til at brúka CE-merkta kanningarútgerð. CE-merkið er skjalprógv fyri, at útgerðin lýkur ES-reglurnar fyri medisinska útgerð. Heilsølur og innflytarar av skundkanningum kunnu venda sær til landsapotekaran at fáa ráðgeving í hesum sambandi.

Skundkanningarnar eru ikki ætlaðar at koma í staðin fyri koronupassið, men afturat tí, og reglurnar fyri koronupassið eru óbroyttar.

Talvan niðanfyri vísir í høvuðsheitum, nær tørvur er á PCR-kanning, og nær ein skundkanning er nøktandi.

Heilsumálaráðið og Føroya Landdstýrið

Lýsing frá News.fo og Norðoya Portalinum