Skuldi heldur brúkt pengarnar til felagshølir til Ægir

Nú borgarnir í Klaksvíkar Kommunu sleppa til orðanna, so vil eg siga mína hjartans meining og tað er, at nú má tíðin vera komin, at Ægir fær síni felagshølir og hasar 200.000,00 kr. høvdu verið nógv betri brúktir til eini felagshølir og venjingarhølir til okkara stolta svimjifelag Ægir enn eina borgarakanning.

Tórshavnar Kommuna satsar nógv upp á svimjingina og eru í gongd við at gera ein langhyl fyri góðar 150 milliónir, men Ægir fær slett onki frá Klaksvíkar Kommunu.

Ægir hevur enn eitt kustaskap til felagshølir og Ægir hevur ongin venjingarhølir, sum øll hini stóru feløgini í Føroyum hava og at vera í toppinum í føroyskari svimjing krevst at umstøðurnar eru tær bestu.

Fari at heita á Klaksvíkar Kommunu ella okkara vinnulív her norðuri at geva Ægir betri hølisviðurskiftir, bæði til felagshølir og til venjingarhølir við vektum og tað sum tilhoyrir einum venjingarhølum.

Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaðurin í Føroyum og tað sum hevur alstóran týdning er at allir okkara fiskimenn og fiskikvinnur duga at svimja og tað gerst bara um vit geva Ægir bestu umstøðurnar fyri at læra okkara børn og vaksin at svimja. Her hava tit møguleikan at hjálpa og stuðla bæði vinnulívið og Kommunan.

Farið enn einaferð at heita á Klaksvíkar Kommunu at geva Ægir munandi betri umstøður enn tit bjóða teimum í dag og sum tit hava bjóða teimum tey seinastu 10 árini.

Símun á Høvdanum

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: