1. november hátíðarhelt skúlin í Klaksvík 150 ára føðingardag. Alla vikuna hava næmingar arbeitt við ymiskum evnum, sum hava samband við, at tað nú eru 150 ár síðan skúli byrjaði í Klaksvík.

Fyrrapartin í dag var eitt serligt hátíðarhald, har Karl Johansen, borgarstjóri, bar fram heilsan og handaði Bjørn Kalsø, varaskúlastjóra, eitt blómutyssi. Borgarstjórin greiddi frá, hvussu nógv skúlin var broyttur, frá tí at hann fór í skúla fyri 61 árum síðan. Til seinast legði Karl dent á, at tað hevur týdning at ganga í skúla, tí við teimum 10 árunum hann gekk í skúla, kundi hann blíva bæði løgreglumaður og seinni eisini borgarstjóri.

Klaksvíkar kommuna ynskir skúlanum og øllum næmingum hjartaliga tillukku.

 

Klaksvíkar skúlasøgua
Í 1833 varð skúli bygdur í Gerðum, sunnanfyri Norðurstovu. Hann varð nevndur ”Skúlin í Gerðum”, men longu í 1848 datt frálæran niðurfyri, og í 1857 varð skúlin seldur og tikin niður. Í 1872 varð frálæran tikin upp aftur í eini lántari stovu í Gerðum. Her var frálæran til 1876, tá ið nýggjur skúli varð bygdur tætt við Skrivaragriftina (við KFUM), og verður hann tí vanliga nevndur ”Skúlin við Skrivaragriftina”.

Í 1894 verður ein nýggjur skúli (í dag nevndur Gamli Skúli) tikin í nýtslu og skúlin við skrivaragriftina varð samstundis tikin niður. Í hesum skúlanum vóru 2 skúlastovur og íbúðir til 1. læraran og ein annan lærara.

Í 1924 verður Nýggi Skúli á Skúlatrøð, sum í dag – kanska eitt sindur misvísandi – verður nevndur Skúlin á Ziskatrøð, tikin í nýtslu. Hesin skúlin hevði upprunaliga 4 skúlastovur. Í 1935 varð niðara síða á skúlanum reist og hann varð eisini longdur norðureftir fyri at geva pláss til millum- og realskúlan.

Í 1939 varð fimleikarahøll bygd eystan fyri Nýggja Skúla.

Í 1957-1961 varð bygd saman millum fimleikarahøllina og Nýggja Skúla, soleiðis at bygningurin kom at síggja á leið soleiðis út, sum hann sær út framvegis. Við hesi útbyggingini fekk skúlin 13 skúlastovur afturat umframt 3 stovur til sergreinar og onnur rúm, soleiðis at samlaða talið á undirvísingarhølum var 29.

Í 1972 stóð serskúlin – millum Nýggja Skúla og Gamla Skúla – sum umframt tvær skúlastovur hevði sangstovu, evningstovu, verkstaðir til træ- og metalsmíð, 2 fimleikarhallir og tannlæknastovu, liðugur.

Í 1973 stóð Skúlin við Ósánna (sum stendur á Ziskatrøð) liðugur. Hann hevði upprunaliga 10 skúlastovur.

Í 1979 varð hann víðkaður við 5 stovum afturat umframt øðrum hølum. Hesin skúlin gjørdist sjálvstøðugur 1979, meðan tann ovari, Nýggi Skúli, fekk navnið Skúlin á Ziskatrøð.

Annars kann sigast, at KÍ-høllin og svimjihøllin eisini hoyra uppí skúlabygningar, tí tá ið hesir bygningar vórðu bygdir, vórðu teir bygdir sum bygningar, ið skúlin kundi brúka. KÍ-høllin kom í 1968 og svimjihøllin í 1974.

Plásstrot eyðkendi eisini skúlaøkið í nøkur ár, og tá hevði Skúlin við Ósánna skúlastovur upp á Brekku frá 1981 til 1993. Tá ið Skúlin við Ósánna varð tikin niður fyri at byggja nýtt í 2008, fóru næmingar aftur niðan á Brekku, og tá vóru eisini skúlastovur í Gamla Tekniska skúla til 2011.

Sostatt vóru gingin umleið 35 ár frá seinastu skúlabygging í Klaksvík, til vit á vári í 2008 vóru vitni til, at Skúlin við Ósánna fyri ein stóran part er tikin niður og nýggjur skúli bygdur.

Tann parturin av skúlanum, sum var vígdur í 2011, var 2200 fermetrar til víddar, og víðari byggingin fevndi um góðar 900 fermetrar aftrat. Skúlin var 3100 fermetrar til støddar, 18 skúlastovur, 5 serstovur. Tær tríggjar hallirnar verða brúktar til: 1) Innskúlingina 2) miðskúlan og 3) framhaldsdeildina.

Í oktober 2010 varð soppur staðfestur í Gamla skúla (frá 1924) og í juli 2011 bleiv hesin rivin niður.

Klaksvíkar Býráð samtykti í apríl 2014 at leggja fólkaskúlarnar í Klaksvík saman til ein skúla við felags leiðslu við fýra varaskúlastjórum. Hesir skuldu hava námsfrøðiliga ábyrgd av hvør sínari deild – grunddeild, miðdeild, hádeild og valskúlan, sum er 10. flokkarnir.

Sett varð samstundis út í kortið, at samanlagdi skúlin skuldi byggjast út. Navna- og búmerkjakapping til samanlagda fólkaskúlan í Klaksvík varð útskrivað og skúlin fekk navnið á Skúlatrøð.

30. mai 2020, sum var júst tíggjur ár eftir, at nýggi Skúlin við Ósánna varð vígdur 24. apríl 2010, varð samanbygdi skúlin á Skúlatrøð, sum er 1. byggistig av trimum, vígdur. Fyrsta byggistig fevnir um skúlabygningin við skúlastovum og felagshølum, umframt skúlagarð.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: