Skúlabørn vitjaðu borgarstjóran

Fyrr í dag vóru seks fittar gentur úr 6.d á Skúlatrøð og vitjaðu Karl Johansen, borgarstjóra. Hetta var í samband við eitt skúlablað, har tær skulu gera eina samrøðu við borgarstjóran.
Tær spurdu eitt nú, hvussu tað er at vera borgarstjóri í Klaksvík, hvat var gott við at vera borgarstjóri og eisini hvat Karl ætlaði sær at gera í framtíðini.
Til tann seinasta spurningin segði borgarstjórin smílandi:
– Nú havi eg 1 ár og 4 mðr. eftir sum borgarstjóri, so eg skal til at taka støðu nakað skjótt, um eg stilli upp aftur, ella um eg velji at gerast fólkapensjonistur.
Vit siga takk fyri vitjanina Lea, Rebecca, Nanna, Ró, Alda og Anastasia. 👏🎙
Klaksvíkar Kommuna