Skráin fyri almenna tiltakinum, sjóhitaskipanin tikin í nýtslu

Hósdagin 3. oktober kl. 13, bjóðar Klaksvíkar kommuna vælkomin í veghæddini í Biskupstorgi í sambandi við, at sjóhitaskipanin verður tikin í nýtslu
Skráin
Rani Nolsøe framførir
John Mortensen, Klaksvíkar kommuna, bjóðar vælkomin
Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, Helgi Abrahamsen ber fram røðu
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, heldur røðu
Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini, heldur røðu
Rani Nolsøe framførir
Framløga: Umboð fyri SMJ
Tónleikur og lætt ábit
Víst verður fram í pumpihúsinum og skipanin verður alment sett í gongd.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Kelda: Klaksvík.fo
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: