Skoraberg og Fuglberg komnir aftur av roktúri og eru fullfermdir

Teir eru akkurát komnir aftur nú klokkan er 19:30 og hava teir partrola sunnanfyri Føroayar.
Teir hava ordiliga rokast og hava teir umleið 250 tons ella meira av gullaksi og landa teir til Kósina í morgin.
Veiðan verður síðani koyrd til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.
Teir byrjaði túr tann 13. apríl, sostatt hava teir fiska í góðar 4-5 dagar.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: