Skoraberg og Fuglberg hava rokast og eru fullfermdir nú teir eru komnir aftur

Teir komu aftur klokkan 05:00 í morgun og hava teir partrola sunnanfyri Føroyar.

Teir hava ordiliga rokast og á góðum Klaskvíksmálið, so eru teir skítfullir, nú teir kom aftur í morgun klokkan 05:00. Teir hava bara fiska í 3-4 dagar.

Teir hava 266 tons av gullaksi og landa teir til Kósina nú aftaná døgurað.

Í morgun landaðu teir Stjørnuna og Polarhav, sjá myndir tiknar í morgun klokkan 08:06, teir vóru eisini fullfermdir og høvdu 248 tons ella 800 kør av gullaksi.

Kósin landar og síðani verður gullaksurin koyrdur til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.

Skoraberg og Fuglberg byrjaði túr tann 8. apríl og væntandi fara teir túr aftur í kvøld ella í morgin.

SáH

Borðoyarnes, Skoraberg, Fuglberg, Stjørna, Polarhav og Borgarin tann 13.04.2020 klokkan 08.06

Lýsing Grillin hjá Símun – Maverick

Grillin hjá Símun - Maverick
Grillin hjá Símun – Maverick

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author