Skoraberg og Fuglberg eru komnir inn við 120.000 pundum


Skoraberg og Fuglberg komu aftur í nátt. Teir høvdu partrola eystanfyri.
Teir høvdu 120.000 pund og tað mesta var upsi.
Landa bleiv til Kósina í dag.
Hetta er væntandi seinastu túrur hjá teimum í ár og hevur árið hjá teimum roynst nøkunlunda.
Sølan hevur verið nakað minni í 2020 ímun til 2019, heili 5.4 mió minni, men hesin túrurin er ikki tikin við.
Skoraberg og Fuglberg landaðu fyri 34.798.367 í 2019 og higartil í ár hava teir landa fyri 29.376.554.
Vit ynskja reiðarí, skipara og manning eini Gleðilig jól og gott nýttár.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: