Skoraberg og Fuglberg komu tíðliga aftur í morgun av góðum túri og landa nú til Kósina. Teir hava partrola sunnanfyri Føroyar.
Teir høvdu 245 tons av gullaksi og tað er næstan fult skip.
Tá ið liðugt er at landa, verður veiðan koyrd til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.
Fuglberg og Skoraberg byrjaði túr tann 05. mai, so teir hava verið til fiskiskap í eina viku, so hetta kann sigast at vera ein góðir túrur.
SáH
Her grein, tá ið Skoraberg og Fuglberg komu aftur seinast.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: