Skommin á Biskopstorginum, so verður tað gjørt!

Flisarnir á Biskopstorginum halda ikki, fleiri eru knekkaðir og teir liggja als ikki planir, so tað er vandamikið hjá gomlum fólkum og fólkum við breki at ganga har, sjá filmsklipp herundir.

Sær út sum at túnið slett ikki er gjørt til bilar at koyra á, fleiri flisar eru knettaðir mitt í túninum og so eru fleiri flisar smokkaðir niður og aðrir stinga fleiri sentimetrar uppum hinar flisarnar, man kann gott siga at hatta er byggifusk ella hava verkfrøðingarnir hjá Klaksvíkar Kommunu sovi gevaldigt í tímanum.

Klaksvíkar Kommuna hevur ábyrgdina av túninum og niðastu hædd av Biskopstorginum og hví onki verður gjørt við flisarnar er ilt at meta um, onkur sigur at teir hava verið og umvælt teir tvær ferðir, men tað heldur ikki og alt sær sera vánaligt út.

Ein skrivar og møguliga Klaksvíkar Kommuna skuldi lurtað eftir honum, hann skrivar hetta á Facebook:

hatta er gjørt eftir øllum forskriftum, tað veit eg, tí eg havi veri við til at bygt hatta húsið. Fyri at spara pengar bleiv onki cement blanda uppí sandin undir flísunum, tí at túni var ikki ætla bilum at koyra á. Annsrs eri eg ikki óeinigur við tær í at hatta eigur at vera gjørt av nýggjum, alt sum tað er.

Onkur vildi vera við, at tað eru rørini undir flisunum, sum hava alla skyldina, men sami maður svarar honum aftur:

Sunnanfyri biskupstorg yvir móti læknamiðstøðini og føroya bjór eru ongi rør, har er eisini galið. Stóri trupuleikin er at onki cement er blanda uppí sandin undir flisinum, so hvørja ferð tað regnar, regnar sandurin undan flisinum, hatta bleiv gjørt vart við, men tað bleiv ikki lurta. Tí er støðan sum hon er. 😎

Trúgvi væl, at hesin hevur rætt tað hann sigur um flisarnar og tískil verður Klaksvíkar Kommuna noydd til at taka allar flisarnar uppaftur og gera undirlendi rætt og so leggja flisarnar á aftur, á tann hátt verður trupuleikin loystir, ein onnur loynst er, at selja allar flisarnar og asfaltera alt økið.

SáH

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.