Skjótt gloyma tey Aksel og Sirið

At fyrrverandi løgmaður gevur ilt av sær, tí samgongan fer at lata upp sendistovu í Ísrael, er einki nýtt. Hetta hevur hann leikað í um, síðani vit fyrstu ferð boðaðu frá henni.

Eg krympi tó tærnar, tá eg lesi grundgevingarnar. Hesar eru m.a., at sendistovan fer at taka pening frá heilsuverkinum og ”eini ørgrynnu av øðrum økjum”, sum hann nevnir.

Hetta sigur maðurin, sum hevði evstu ábyrgdina av, at Glasir og H-bygningingurin á LS kostaðu yvir 400 mió. kr. meira enn játtað var.

Tvs. at hesin, sum loyvdi at 400.000.000 krónur íalt vóru brúktar ov nógv, grætur krokudillutár yvir ísraelsku sendistovuna, sum, eins og hinar 6 sendistovurnar (íroknaða ta kinesisku, sum farna samgonga stovnsetti), fer at kosta 4 mió. um árið.

Botnfrekur roynir hann at fáa føroyingin at gloyma peningaoyðslið og meirnýtsluna undir farnu samgongu, sum, bert á hesum báðum kontum, kundi fíggjað ein heilan hóp av sendistovum, eina rúgvu av serlæknum, allar útbúgvingarlæknarnar Føroyum tørvar, heilsu- og røktar og útbúgvingarstarvsfólk í hópatali – um bert farna samgonguleiðsla hevði røkt sína efirlitsskyldu!

Núverandi samgonga, tá í andstøðu, ávarðaði aftur og aftur um viðurskiftini á Glasir, men fyri deyvum oyrum.

Ístaðin fyri at lurta eftir, vardi Aksel peningaoyðslið og ørskapin, og lat hendan halda fram, bæði á Glasir og í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

Umframt krokudillutárini hjá Aksel, er táverandi landsstýriskvinnan í heilsumálum nú eisini farin upp í krokudillutárakórið, ístaðin fyri at drípa høvur í eyðmjúkleika og skomm.

Meiri eyðmjúkleiki og minni dupultspæl og roynd at manipulera føroya fólk hevði klætt Aksel, fyrrverandi løgmanni, og landsstýriskvinnuni.

Jenis av Rana

Please follow and like us:

16 thoughts on “Skjótt gloyma tey Aksel og Sirið

  1. Hi are using WordPress for yiur site platform?
    I’m new to the blog world but I’m trying tto get startyed and set
    up my own. Do you require any coding expertise too make your own blog?
    Any helop would be greatly appreciated!

  2. Pingback: My Homepage
  3. I’d like to thank you for the efforts you have put in penning this website.

    I am hoping to check out the same high-grade blog posts from you later on as well.
    In truth, your creative writing abilities has motivated me to get my
    own blog now 😉

  4. I got this web site from my pal who told me on the topic of this web page
    and at the moment this time I am visiting this web site and reading very informative articles or reviews here.

  5. 122223 274156Greetings! This really is my very first comment here so I just wanted to give a quick shout out and let you know I genuinely enjoy reading by means of your weblog posts. Can you recommend any other blogs/websites/forums that deal with exactly the same topics? Thank you so significantly! 132703

  6. Howdy I am so grateful I found your web site, I
    really found you by accident, while I was looking on Yahoo for something
    else, Regardless I am here now and would just like to say thanks a lot for a
    tremendous post and a all round enjoyable blog (I also love the theme/design), I don’t have time
    to look over it all at the minute but I have bookmarked
    it and also included your RSS feeds, so when I have time I will be back to read much more, Please do keep up the awesome jo.

  7. Undeniably believe that which you stated. Your
    favorite reason seemed to be on the net the simplest
    thing to be aware of. I say to you, I definitely get irked while people think about worries that they plainly
    do not know about. You managed to hit the nail upon the top and defined out the whole thing without having side effect
    , people can take a signal. Will probably be back to get more.
    Thanks

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.