Skjótt at blíva snýttur, eisini um tað er frá einum banka?

Fekk hendan meylin í gjárskvøldið frá Danske Bank, men hetta er slett ikki frá Danske Bank, sjá reyða rundingin ovast, hetta er ein meylur, har fólk royna at snýta teg við at geva teimum upplýsingar og á tann hátt sleppa inn á tínar konti og tøma tær.

Tað hesir snýtarnir ikki vita, tað er at eg slett ikki eri kundi í Danske Bank og tí havi eg slett ikki trýst á linki, sjá myndina og hygg hvør hevur sent meylin, terry.t@ns.sympatico.ca

Ansi tykkum, hatta kundi gott verið BankNordik ella Norðoya Sparikassi.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: