Skjóting, Copenhagen Grandprix 2018

T
Farna vikuskifti, luttóku 11 føroyskir leirdúgvuskjúttar í altjóða skjótikapping á Amager í Keypmannahavn.
Kappingin vardi í tveir dagar. Fyrra dagin bleiv skotið um kvalifikatión til teir ymsu bólkarnar, og seinna dagin, bleiv skotið um at koma í bólka finalurnar.
Tað eydnaðist Marius Joensen úr Sunda Byrsufelag at kvalifisera í elitu bólkin og Johnhard Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla at kvalifisera í A-bólkin. Her skuldu teir kappast við skjúttar, sum hava OL og heimsmeistara støðið, men tá seinastu dúgvurnar skuldu skjótast, vóru teir akkurát ov stuttir at vinna seg í finaluna.
Føroyingar fingu tríggjar skjúttar í A finaluna í skeet, og her eydnaðist tað Jóanis Joensen úr Sunda Byrsufelag, at fáa eitt annað pláss.
Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag, hevði ikki ein av sínum bestu døgum fyrra dagin, men seinna dagin vísti hann rættuliga styrki, og endaði við at vinna B finaluna í skeet.
Í trap gekk ikki líka gott sum í skeet, ein orsøk til at úrslitini i í trap ikki vóru líka góð, er at kappast bleiv á eini OL trap breyt, sum ikki finst í Føroyum í dag. Skjúttarnir í trap høvdu tískil ikki havt høvið, at vant OL trap áðrenn kappingina. OL trap breyt í Føroyum, er eitt krav, um tú skal gera teg galdandi uttanfyri Føroyar í trap skjóting í dag.
Úrslitini hjá føroyingunum í Copenhagen Grandprix 2018.
Skeet – Elitu bólkur
12. Marius F. Joensen, Sunda Byrsufelag
Skeet – A bólkur
2. Jóannis Joensen, Sunda Byrsufelag
5. Sámal Debes, Sunda Byrsufelag
6. Jóhann Fløtt, Sunda Byrsufelag
16. Gunnar S. Knudsen, Veiðifelagið Byrsumuli
Skeet – B bólkur
1. Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag
18. Gunnar Joensen, Sunda Byrsufelag
Trap – A bólkur
14. Johnhard Klettheyggj, Veiðifelagið Byrsumúli
Trap – B bólkur
5. Finn Ludvig, Veiðifelagið Byrsumúli
10. Jón Jacobsen, Veiðifelagið Byrsumúli
16. Esmar Joensen, Veiðifelagið Byrsumúli
Hálvi føroyingurin Emil Kjeldgaard Petersen, sum í fjør gjørdist junior heimsmeistari, endaði á einum øðrum plássi í elitu bólkinum í skeet.
Uml. 110 skjúttar úr Danmark, Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Noregi og Svøríki luttóku í kappingini, og kappingin varð skipað eftir einum leisti, har øll kundu verða við. Yngsti luttakari varð ein 15 ára gomul genta, sum gav royndum elitu skjúttum harða kapping.