Heilsuverkið LØGTINGIд19 Politikkur

Skjót diagnostisering eins umráðandi sum viðgerðartrygd

Flest allir flokkar hava viðgerðartrygd við í teirra valskrá, hesum taka vit í Fólkaflokkin sjálvsagt eisini undir við. Tað, sum tó er eins umráðandi er, at sjúklingar fáa skjóta staðfesting og diagnostisering av teirra sjúku, tí jú fyrr sjúka verður staðfest tess skjótari og lættari er at lekja sjúkuna.

Ì Føroyum fær 10. hvør kvinna staðfest bróstkrabba. Hetta er eitt alt ov stórt tal.

Tosaði við eina 39 ára gamla kvinnu hendan dagin. Mamma hennara, systrar, mostrar høvdu fingið bróstkrabba i ungum árum. Unga kvinnan ynskti at sleppa til mammagrafi, ti hon kendi ótta á sær, men hetta bleiv henni sýtt, tí hon var ikki 50 ár og ongin knykil var at finna i bróstinum. Hetta kundi ikki vera rætt. Kvinnur i okkara grannalondum sleppa til bróstkrabbakanningar, um tað er staðfest krabbi i nærmastu familju. Her eiga vit at tryggja hesum kvinnum við lóg, at er krabbi í nærmastu familju skal viðkomandi fáa tilboð um kanning. Fólkaheilsan er ein stórur partur av lívsgóðskuni hjá tí einstaki, og tí kann ótti og angist um sjúku eisini ganga út yvir lívsgóðskuna og heilsuna.

Skjót diagnostisering er tó ikki bara galdandi fyri bróstkrabba, tað er eisini galdandi fyri aðrar sjúkur so sum prostatakabba, móðurmerkjakrabba vm. Skjóta diagnostisering, viðgerðartrygd og samstarv við heimsins bestu sjúkrahús liggur mær á hjarta at arbeiða fyri, verði eg vald á løgting.

Annika Olsen

Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *