Skil má og skal fáast á stóra hylinum frammanfyri fyrrverandi Dalsbygninginum.

Tað kann ikki vera rætt, at fólk á gongubreytini við Klaksvíksvegnum skulu fáa karm, sjá filmsklipp, her hevur onki verið gjørt við trupuleikanum við hylum frammanfyri Dals bygninum í áravís.

Fyrrverandi eigarin av handlinum sigur at hasin trupuleikin hevur verið í 8 ár, so tíðin má vera komin, at skil skal fáast á hasum trupuleikanum.  Hetta skrivar hon á Facebook:  Eg var har í 8 ár. Trupulleikin var øll árini. Mangur kundi komin inn, gjøgnumbloyttur ?

Er tað soleiðis at ristin ikki kann svølga øllum vatninum, so má gerast ein nýggj rist ella tá ið vegurin næstu ferð verður asfalteraður, at man gerð halli á vegnum, soleiðis at vatni ikki samlar seg til stóran hyljar frammanfyri handlinum og klippustovuni Euphoria har.

Hetta farið eg at gera, um eg verið valdur inn tann 10. november, SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Símun á Høvdanum

Please follow and like us: