Skil fáast á skúlagarðin á Skúlatrøð beinanvegin

Var ein túr í skúlagarðinum á Skúlatrøð í dag tann 22. oktober 2020 og har sá reint og sagt ræðuligt út.

Vit hava gjørt ein skúla fyri umleið 110 milliónir krónir og so hava fólkini als ikki tikið hædd fyri skúlagarðinum.

Veit ikki hvat fólk tonkja fyri seg, har var reint út sagt onki skil á og eisini sera vandamikið hjá børnum at spæla har, har kloakrør og stórar holir vóru í fótbóltsvøllinum við ongari avsperring, sjá myndir og filmsklipp.

Eg var í sjokk, brúkt 110 milliónir til ein skúla og so bjóða okkara børnum handan skúlagarðin, sjá filmsklipp og myndir.

Nei, har skulu aðrir bollar í suppuna tann 10. november og hetta skal gerast liðugt umgangandi.

Her hava vit við okkara børn at gera og har er ongin umskyldingur, hatta eigur slett ikki at finna stað í okkara Kommunu. havi hug at siga, hvat billa tit tykkum inn.

Veljið ein sterkan Símun á Høvdanum inn í Klaksvíkar Býráð, tí SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Símun á Høvdanum

Vónandi tonkja øll foreldur uppá Símun á Høvdanum tann 10. november, hatta kunnu vit ikki bjóða okkara børnum.

Please follow and like us: