Skeinkistøðini skulu stongja klokkan 23:00, endiliga øll líka fyri lógina aftur!

Tað hjálpi at hava Maverick Barr opið í gjárskvøldið.  Endiliga kom landstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálaráðnum á vøllin og skar ígjøgnum við einari kunngerð um skeinkistøðini í Føroyum, so at nú eru øll skeinkistøðini í landinum líka fyri lógina aftur og øll hava somu afturlatingartíðir.

Hendan kunngerðin kemur í gildi í dag tann 7. august og fer úr gildi tann 31. august 2020.

Kunngerð umavmarkaðar upplatingartíðir og afturlatingartíðir fyri at forða fyri COVID 19-smittuspjaðing

Við heimild í § 18, stk. 2 í løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) verður ásett:

§ 1. Fyri at forða fyri COVID 19-smittuspjaðing skulu matstovur og skeinkingarstøð, fevnd av virkisøkinum í matstovulógini, steingja í seinasta lagi kl. 23:00.

§ 2. Henda kunngerð kemur gildi í 7. august 2020 og fer úr gildi 31. august 2020. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 6. august 2020

Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author