Sjúrður og radaraskemt


Javnaðarflokkurin á Fólkatingi er aftur farin at gera vart við seg. Nú er tað arbeiðslagið í landsstýrinum, sum Sjúrður Skaale viðger og setur spurnartekin við.

Sjúrður roynir at sáa iva um leiklutin hjá løgmanni. Hettar er væl skiljandi, tí meðan Javnaðarflokkurin á Løgtingi situr í andstøðu, stýra samgonguflokkarnir Føroyum, higartil við góðum samstarvi, bæði í Løgtinginum og í landsstýrinum.

Avrikslistin er langur og nógv av teimum málunum, sum Javnaðarflokkurin ikki megnaði at fremja í undanfarna valskeiði, eru framd av sitandi samgongu.

Landsstýrið, við løgmannið á odda, saman við øllum ráðgevunum, hevur handfarið koronastøðuna fyrimyndarliga, munandi betur enn vinfólkini hjá Sjúrði á Christiansborg. Vit í landsstýrinum hava kent til persónligu støðuna hjá Jenis av Rana um koppsetingina. Við sínum fakliga innlitið, hevur Jenis av Rana verið góður í ráðum.

Sjúrður kundi nevnt ruðuleikan, ið valdaði undir síðstu samgongu, tá Javnaðarflokkurin á Løgtingi átti løgmann. Serliga galið var tað á sumri 2017. Tað var tað árið Løgtingið ikki fór í summarfrí, tí stóra málið hjá samgonguni, fiskivinnulóggávan skuldi samtykkjast.

Meðan samgongufólk stríddust í Tinginum, hevði løgmaður, Aksel Johannesen, ikki stýring á nøkrum. Hann var rýmdur av landinum. Var tað ikki fyri Páll á Reynatúgvu, løgtingsformann, sum tók um endan, hevði alt enda í ruðuleika.

Sjúrður var við til at samtykkja kapasitetspakkan og má sum danskur super sosialdemokrat og handgingin maður hjá Mette halda seg væl við vinfólkini á Christiansborg, fyri framhaldandi at fáa nakrar krónur til føroysk mentanartiltøk v.m., sum annars koma væl við hjá teimum, sum fáa stuðulin, og sum samstundis tryggjar Sjúrði afturval á næsta Fólkatingsvali. Longur røkkur politikkurin ikki.

Okkara grannalond, Danmark og ES, sum hava lýst Russland sum okkara stóra fígginda, vóru tey, sum fyri nøkrum árum síðan ætlaðu at beina fyri føroyska búskapinum. Tað veitJavnaðarflokkurin á Fólkatingi væl. Sjúrður Skaale royndi at spjálka niðri á Christiansborg, men kom ongan veg. Var mest at líkna við “flugu í fløsku”.

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur lýst russar at verða okkara stóru fíggindar, tí er tað fallið Sjúrði fyri bróstið, at eg havi lýst russar, sum okkara nærmastu samstarvsfelagar á fiskivinnuøkinum. Sama skilið var tá Kaj Leo Holm Johannesen, táverandi løgmaður, var á vitjan í Russlandi, fyri nøkrum árum síðani.

Veruleikin er at Russland hevur verið ein góður samstarvspartnari hjá Føroyum á fiskivinnuøkinum í áratíggjur. At Sjúrður ikki vil kennast við tað, kann eg ikki gera nakað við. Sjúrður og hansara vinfólk á Christiansborg hava eina støðu mótvegis Russlandi, meðan vit í Føroyum hava okkara egnu støðu. Eina støðu, sum best tænir føroyskum áhugamálum.

At Danmark og ES hava tætt samband við Russland á teimum økjum, tey halda tað verða neyðugt, samstundis sum tey útrópa Russland at verða stóra fíggindan, má kallast at verða kávalæti. Hetta tykist ikki at nerva Sjúrð. Hann kennir væl til tað stóru gassleiðingina, sum er løgd frá Russlandi til ES, og sum útvegar ES-londunum orku úr Russlandi.

Javnaðarflokkurin á Løgtingi heldur, at radaramálið skal viðgerast í Løgtinginum, men vit vita ikki hvørja støðu tey hava til radaran. Tað er púra vanligt, at Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur eina aðra støðu enn Javnaðarflokkurin á Løgtingi. Tá tey vilja spenna so breitt sum møguligt, hevur Javnaðarflokkurin í býráðnum eina heilt aðra støðu enn hinir báðir Javnaðarflokkarnir, sum nú, tey í býráðnum í Havn ætla at gera av við Føroya Heilsuskúla í Suðuroynni. “Eitt snarálop” frá Javnaðarflokkinum í býráðnum, sum onkur tók til.

Soleiðis ber til at ríða á fleiri hestum. Higartil hevur hettar eydnast væl, men slíkt plagar ikki at hilnast í longdini. Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fer tó at halda áfram at káva útyvir atgerðarloysi hjá Javnaðarflokkinum á Løgtingi.

Jacob Vestergaard

Please follow and like us: