Sjúrðarberg farin at sigla heim

Sjúrðarberg er farin at sigla heim fyri nøkrum tímum síðani.
Teir hava roynt fyri tað mesta heilt har eysturin, tað sum teir kallað Gásabankanum og bara fiska í russiskum sjógvi hesuferð.
Teir hava 360 tons inni, størsti parturin er toskur.
28 mans eru við og fór Sjúrðaberg av Klaksvík tann 22. september.
Skipari er Rólvur í Norðnastovu.
vit ynskja skipara og manning eina skjóta og góða heimreisu.
Gleðilig jól og gott nýttár.
Farið verður aftur nýggjan túr fyrst í komandi árið.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: