Sjúraberg farin avstað fyri seinastu ferð

Beint áðrenn kl. 21 í gjárskvøldið fór Sjúraberg avstað fyri seinastu ferð.

Nógv fólk vóru á kajuni og søgdu farvæl og var tað sera rørandi at síggja hetta vakra skip fara sín síðsta túr, vegna fiskivinnunýskipanini hjá Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Poul Michelsen.

Nú hava so 25 familjur mist sítt livibreyð og vónandi eru okkara umboð í Norðoyggjum nøgd, tey sum skuldi vera borg, men gera akkurát tað Høgni Hoydal biðjur tey gera og tískil vera vit Norðoyingar niðurgjørdir og okkara økið verður niðurlaga.

Sjá filmsklipp, klikk her “Sjúrðaberg avstað fyri seinstu ferð”

Eisini ber til at hyggja eftir filmsklippunum til høgru.

SáH

Please follow and like us:

One thought on “Sjúraberg farin avstað fyri seinastu ferð

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.