Sjúklingarráðið vitjaði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Á myndini síggjast, umframt Súsonnu og Alexandru, varastjóra og stjóra á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, umboð fyri nýggja Sjúklingaráðið. Jákup N. Olsen, formaður, Poula Reinert Olsen, næstforkvinna, og Hergerð Joensen, ráðslimur. Hilmar Augustinussen og Emil Michelsen fingu ikki verið við í dag.
Í dag vitjaði nýggja Sjúklingarráðið okkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Endamálið hjá Sjúklingaráðnum er at ráðgeva landsstýriskvinnuni, í sambandi við lógir og kunngerðir og yvirskipað viðurskifti, um hesi hava týdning fyri veitingar til sjúklingar. Sjúklingarráðið skal gera neyðug hoyringsskriv, luttaka í arbeiðsbólkum og hava árligar fundir við landsstýriskvinnuna.
Í sambandi við vitjanina, fingu limirnir í Sjúklingaráðnum innlit í virksemið á sjúkrahúsinum, hvussu sjúkrahúsið skipar sítt virksemi í mun til tey ymisku serøkini og virkisøkini. Somuleiðis varð víst runt á sjúkrahúsinum, soleiðis at tey fingu eitt gott forstáilsi av okkara gerandisdegi og okkara mannagongdum.
Á myndini síggjast, umframt Súsonnu og Alexandru, varastjóra og stjóra á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, umboð fyri nýggja Sjúklingaráðið. Jákup N. Olsen, formaður, Poula Reinert Olsen, næstforkvinna, og Hergerð Joensen, ráðslimur. Hilmar Augustinussen og Emil Michelsen fingu ikki verið við í dag.
Klaksvíkar Sjúkrahús