Sjúklingar og vitjandi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skulu brúka munnbind.

Klaksvíkar Sjúkrahús biðir nú allar sjúklingar og vitjandi um fyribils at brúka munnbind, tá ið tey koma inn á sjúkrahúsið. Stigið verður tikið, eftir at farsóttarnevndin í farnu viku mælti til, at fólk brúka munnbind, tá ið tey ferðast í almenna rúminum, har fleiri savnast.

Hetta verður galdandi frá fríggjadegnum 21. august og umfatar øll, sum hava ørindi á sjúkrahúsinum, eitt nú tey, ið skulu til ambulantar viðtalur, viðgerðir og avvarðandi teirra. Eisini skulu tey, ið gera avtalu um at vitja sjúkling, vera í munnbindi.

Børn undir skúlaaldur eru tó undantikin.

Fólk skulu sjálvi hava munnbind við, tá ið vitjað verður.

Klaksvíkar Sjúkrahús

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author