Seinastu vikurnar hevur ymiskt verið á skránni í samband við Virkið vár, har eitt av endamálunum hevur verið at varpa ljós á tiltøk í býnum, sum eru heilsufremjandi kropsliga og sálarliga. Hendan vikan er onki undantak, tí sunnudagin verður ein frálíkur møguleiki at stimbra heilsuna við sjósvimjing og saunagos.

Tað eru Annika Maisonsdóttir Mellemgaard og Súsanna Thomsen, sum saman við Klaksvíkar Svimjihøll skipa fyri tiltakinum. Báðar hava tikið útbúgving sum gosmeistarar, og hava í eina tíð bjóðað hetta tilboðið á fleiri ymiskum støðum í Føroyum.

Byrjað verður við sjósvimjing á Borðoyavík sunnudagin 6. juni kl. 10:30. Síðani gongur leiðin niðan í Svimjihøllini, har møguleiki verður at njóta sanna vælveru við saunagosi frá kl.11:00 til kl.13:00. Í hesum tíðarskeiði er bert opið fyri tilmeldaðum, sum kunnu melda seg til trý gos eins og tilmeldingin eisini gevur atgongd til vælveruøkið. Saunagos er bæði inni í kvinnu- og mannfólkasaunaðinum. Tó er avmarkað nøgd, tí pláss er einans fyri 15 kvinnum og 15 monnum.

Tilmeldingin fer fram umvegis leinkjuna her: Sjósvimjing og saunagos

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author