Lokal tíðindi Tíðindi

Sjóhitaskipanin tikin alment í nýtslu

Hósdagin 3. oktober kl. 13 bjóðar Klaksvíkar kommuna til alment tiltak í veghæddini í Biskupstorgi í sambandi við, at kommunan sum tann fyrsta í landinum fer at taka í nýtslu eina so umfatandi sjóhitaskipan, sum er eitt stórt fet mótvegis grønari umstilling og einum betri umhvørvi. Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, Helgi Abrahamsen, fer at luttaka og bera fram røðu.

Tað var í 2015, at Klaksvíkar býráð samtykti at fara undir hesa slóðbrótandi verkætlan at fara undir sjóhitaskipanina, samstundis sum arbeiðið við spillivatnsætlanini varð sett ígongd. Á henda hátt hevur kommunan í stóran kunna samskipað graviarbeiðið til báðar hesar stóru verkætlanir saman til eina gjøgnumgraving í miðbýnum.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fegnast um, at vit nú eru komin so langt, at skipanin endiliga kann takast alment í nýtslu.
– Henda verkætlan hevur verið leingi ávegis, og vit gleðast tí um, at skipanin sær út til at rigga avbera væl. Vit hava royndarkort skipanina í eina tíð, og allar útrokningar síggja út til at halda, ja, enntá betur enn mett, sigur ein fegin borgarstjóri.

Hann leggur afturat, at skipanin í verandi líki kemur at spara kommununi millum 500.000 og eina millión litrar av olju um árið, og at møguleiki er fyri at víðka skipanina, sum í fullari stødd hevur megi og orku at viga upp ímóti fimm milliónum litrum av olju um árið.

Skipanin virkar á tann hátt, at sjógvur verður tikin inn í pumpuhúsið við Vágna og umvegis hitavekslara, sum vinnur og harvið gagnnýtir hita úr sjógvvatninum, verður vatnið síðan leitt út til tilknýttu bygningarnar.

Fyrsta byggistig fevnir um miðbýarøkið frá økinum við Sandin niðan eftir Skúlavegi og umvegis Gerðagøtu inn til Stadionøkið, har fleiri stórar og orkukrevjandi svimji- og ítróttarhallir jú standa.

Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini, gleðist um, at sjóhitaskipanin vísir seg at vera ein góð íløga, bæði fyri umhvørvið, brúkaran og kommununa.
– Kommunan fer at nýta á leið sama søluprís sum Fjarhitafelagið, millum 0,81-0,85 kr/kWh. Hetta merkir, at við núverandi oljuprísum liggur kostnaðarstøðið hjá brúkaranum eini 15-20% lægri enn við eini oljufýrdari loysn. Við hesum leisti er íløgan vunnin inn aftur eftir 10 til 15 árum, sigur Kristian Eli, sum er errin av, at Klaksvíkar kommuna, sum tann fyrsta kommunan í landinum, hevur verið so framsíggin og hevur gjørt eina so umfatandi íløgu í umhvørvisvinarliga orku.

Bjóðað verður til framløgur og ábit í veghæddini í Biskupstorgi hósdagin kl.13.00. Eftir hetta verður víst runt pumpihúsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.