Sjey ráðharrar til Føroya á fyrsta fundin í samstarvsráðnum

Fyrsti fundur í nýggja uttanríkis-, trygdar-, og verjupolitiska samstarvsráðnum millum Føroyar, Danmark og Grønland verður í Føroyum hósdagin 9. juni. Samstarvsráðið bleiv formliga skipað seinasta heyst og Føroyar hava formansskapin í fyrstu setuni.

Til fundin hósdagin luttaka ikki færri enn 10 ráðharrar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Høvuðsendamálið við samstarvsráðnum er at tryggja kunning og samskipan í mun til uttanríkis, trygdar- og verjumál fyri Føroyar, Danmark og Grønland.

“Eg fegnist eisini um, at vit nú hava fyrsta fundin í nýggja samstarvsráðnum, har øll trý londini í ríkisfelagsskapinum sita runt um borðið og á jøvnum føti viðgera uttanríkis- verju- og trygdarpolitikk. Hetta er neyðugt og vitnar um at tað eru nýggjar og semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum.“
Bárður á Steig Nielsen løgmaður

Eftir fundin hósdagin verður tíðindafundur í Tinganes kl. 16.30, har Bárður á Steig Nielsen løgmaður, Mette Frederiksen forsætisráðharri og Múte B. Egede landsstýrisformaður luttaka.

Luttakarar til fundin í samstarvsráðnum
Føroyar
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (formaður)
Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

Danmark
Mette Frederiksen, forsætisráðharri
Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri
Mattias Tesfaye, løgmálaráðharri
Morten Bødskov, verjumálaráðharri

Grønland
Múte B. Egede, landsstýrisformaður
Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis-, vinnu- og handilsmálum
Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í fíggjar- og javnstøðumálum

Løgmansskrivstovan

Vit síggjast - News.fo
Vit síggjast – News.fo
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: