Sjálvsom mynd, teir flestu av útróðrarbátunum landa samstundis

Tann fyrsti útróðrarbáturin kom inn kl. 05:00 í morgun og tað var Norðsøki, ein tíma aftaná kom Kallanes aftur og nú eftir klokkan 8 komu Slætnatindur, Líðhamar og Stakkavík, so her eru 5 útróðrarbátar við bryggju hjá NFCS.
Beinta og Dalsenni eru á veg inn. Bragd roynir sunnanfyri Sandoynna.
Væl hevur roynst hjá teimum. Norðsøki hevði 12.000 pund, Líðhamar 11.000 pund, Brandur 7.500, ANRU 7.000 pund, Kallanes 7.000 pund, Slætnatindur 6.500 pund, Stakkavík 6.000 pund, Dalsenni 5.000 pund og Beinta 2.500 pund.
SáH
BEINTA – ( KG 105 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 06-12-2019 | 06-12-2019 | 1.150 |
LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 06-12-2019 | 06-12-2019 | 5.535 |
SLÆTNATINDUR – ( FD1053 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 06-12-2019 | 06-12-2019 | 3.190 |
DALSENNI – ( KG 301 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 06-12-2019 | 06-12-2019 | 2.358 |
STAKKAVÍK – ( KG 748 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 06-12-2019 | 06-12-2019 | 3.060 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: