Sjálvandi skuldi Barnaheimið verið bygt uttanfyri Havnina

Løgtingi viðger eitt uppskot frá Eyðun Samuelsen um eitt nýtt barnaheim í Tórshavn
Man tað ikki fara syngjandi ígjøgnum, nú tað skal byggjast í Tórshavn.
Tað plagar ikki at vera nakar trupuleikar at fáa uppskot ígjøgnum, tí har skal jú alt enda í Tórshavn og 65 milliónir eru ikki tað stóra at tosað um, tí tær enda sjálvandi eisini í Tórshavn.
Barnaheimið skuldi sjálvandi verið uttanfyri Havnina, tí skjótt er tað bara 15. min. at koyra frá Eysturoynni og til Tórshavn, tí sum nú er, vera milliardir bygdar í Tórshavn og nakrar sølla milliónir úti um landi.
Upskotið er soljóðandi:
Løgtingsmál nr. 32/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja barnaheim í Tórshavn
Landsstýrismanninum verður heimilað at byggja barnaheim í Tórshavn. Útreiðslan til verkætlanina kann í mesta lagi vera 65 mió. kr.
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2024.
Hetta er 1. viðger og júst í løtuni hevur Helena Dam á Neystabø orðið, fylg við orðaskiftinum her, “Tingvarp beinleiðis”
SáH