Sjálvandi skal stroymingin útbjóðast av nýggjum

Tað skuldi Klaksvíkar Kommuna gjørt fyri langari tíð síðani.

Sami veitari hevur verið nú í næstan 8 ár og nú er tíðin komin at onnur eisini sleppa at bjóða seg fram og tað kann gera at vit fáa eina enn betri stroyming enn núverandi stroyming, sum mestsum hevur verið tann sama síðani frá fyrsta degi av.

Hetta kemur fyri á Býráðsfundinum í dag:

Stroyming av býráðsfundum – endurskoðan

Seint í 2013 varð lýst alment eftir veitara at taka sær av stroyming av almennu býráðsfundunum, og í apríl
2014 varð fyrsti býráðfundurin stroymdur á alnótini. Sami veitari hevur alla tíðina havt arbeiðið um
hendur.

Aðrir veitarar av somu tænastu hava í nøkrum førum vent sær til Klaksvíkar kommunu fyri at vita, um
møguleiki er at sleppa at veita býráðnum eina stroymingsloysn, og í tí sambandi er áheitan komin frá
politisku leiðsluni um at endurskoða stroymingina av almennu býráðsfundunum.

Ynskið er at umrøða, um stroymingin skal halda fram sum nú, ella um tíðin er komin at gera eina nýggja
útbjóðing.

Sáttmálin millum kommununa og núverandi veitara kann sigast upp við eini freist á 3 mánaðir til ein 1. í
mánaðinum.

Fíggjarligar avleiðingar:
Verður avgjørt at fara undir nýggja útbjóðing, fer eitt nú framleiðsla av lýsing at kosta nakað, hetta er tó
ikki kannað gjøllari enn.

Tilmæli:
Mælt verður fíggjarnevndini og býráðnum til at umrøða og taka støðu til, um núverandi stroymingsloysn
skal halda fram, ella um nýtt útboð skal vera.

Fíggjarnevndin 21. september 2021:
Nevndin mælir til, at nýtt útboð skal vera. Útbjóðingartilfarið skal eisini umfata møguleika fyri at goyma
fundir á netinum.

Klaksvíkar Býráð 23. september 2021: