Sjálvandi skal matvøruútbúgvingin vera í Klaksvík

Nú fólk innan matstovuvinnuna í Tórhavn sendir sínar lærlingar til Danmarkar og ikki í skúla í Klaksvík, so eigur játtanin til matvøruútbúgvingina í Klaksvík at økjast munandi.

Okkara Løgtingstingmenn/kvinnur og nú sigi eg OKKARA løgtingsmenn/kvinnur kundi við einum pennastrokið geva GLASIR eina ½ milliard eyka, tí onki skil var í eftirlitinum á tí ørvítisprojektinum, so kunnu OKKARA løgtingsmenn/kvinnur givið Klaksvíkar Tekniska Skúla eina uppraðfesting við 100 – 200 milliónum, har vit í framtíðini nøkta tørvin hjá matstovunum í Tórshavn viðvíkjandi lærlingaútbúgvingini til Kokk og tað hevði gjørt at matvøruútbúgvingin í Klaksvík,  á tann hátt verður javnsett við matvøruútbúgvingina í Danmark og har vit kunnu sum “sjálvstøðu tjóð” útbúgva okkara lærlingar til hotel kokkar í Føroyum frá A – Z í Klaksvík.

Kann tað gerast á GLASIR, so kann tað sanniliga gerast á Klaksvíkar Tekniska Skúla, skúlin er mest sum nýggjur og eru umstøðurnar sera góðar, tað er bara at koma norður, so er tann trupuleikin loystir.

Her mín hjartans meining LIVE á Facebook tann 03.02.2021.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author