Sirið Stenberg: Eg takki fyri meg

Í dag tekur nýtt landsstýrið við, og vit fara úr starvi. Eg ynski nýggja landsstýrinum hepna hond í teirra tydningarmikla virki. Samuleiðis takki eg fyri 4 góð og gevandi ár. Eg havi gjørt alt tað eg eri ment fyri at umsita tey málsøki mær vóru tillutað so væl sum gjørligt. Og nú tíðin er farin haldi eg meg kunna siga at nógv gott er komið burturúr, sum gagnar borgarum og samfelagnum øllum.
Árini hava verið góð og hava kravt nógv. Ta ið økini hava verið so mong hava arbeiðsuppgávurnar bæði verið fjølbroyttar og mangar, eins og dagarnir langir. Men eg havi elskað mítt arbeiði. Eg fari sonuleiðis at takka øllum fyri gott samstarv.
Nú fari eg at gera mitt allarbesta í løgtinginum.
Sirið Stenberg