Silas Gaard undirskrivað sáttmála við KÍ

Silas Ólavsson Gaard kom inn til sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá KÍ tann 18-05-2022 klokkan 20:17, her rennur hann inn á vøllin á Djúpumýru, dysturin var ímóti ÍF.

18 ára gamli Silas Ólavsson Gaard hevur undirskrivað sín fyrsta sáttmála við KÍ.

Silas er uppvaksin í KÍ og spældi á 1. deildar liðnum á fyrsta sinni í fjør. Í ár hevur hann verið fastur maður í 1. deild, samstundis sum hann hevur vant undir Mikkjali í Betri hópinum.

Tá KÍ tók ímóti ÍF í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, fekk Silas sín fyrsta dyst fyri besta liðið, tá hann kom inn í 93′ min.

Silas gerst nú fastur partur av Betri hópinum restina av kappingarárinum.

Vit ynskja Silasi bestu eydnu.

KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: