Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Sigur tú teimum ímóti ert tú raistur!

SIGUR TÚ TEIMUM ÍMÓTI ERT TÚ RASISTUR!😳🤬⛔️❗️

Um vit halda fram við at kopiera politiska korrektheit úr Danmark, er tað bara spurningur um tíð, áðrenn vit fara at síggja ein vaksandi skara av afturpørtum stinga seg upp á Vaglinum.

Myndin er frá fríggjadagsbønini í Keypmannahavn í gjár, sum endaði við rumbli og handtøku.

Hetta er avleiðingin av ósmædnari og ótálmaðari korrektheit.

Og um tú dittar tær at siga teimum politiskt korrektu ímóti, ert tú rasist, fasist, nýnasist, islamofob, intolerantur, ekstremist, white supremacist, xenofob…

Fyri at nevna nøkur av eyknøvnunum, tey sleingja eftir tær, um tú sigur teimum ímóti.

Vårherre bevares!
Um tað er at vera rasistur, tí at eg sigi, at eg ikki vil hava at Føroyar enda sum á myndinii, eri eg “rasistur” – í eygunum hjá teimum politisk “korrektu”.

Og eg eri stoltur av at siga mína meining, men eg beri ótta fyri retorikkinum!

At tey politisku korrektu misnýta týdningin av orðinum. Vanvirða upprunan. Ignorera tyngjandi søguna til tess at vinna nøkur bílig poeng, sigur ikki so lítið um teirra líkasælu.

Og tað er júst tað, ið ger snævurskygdu sjónarmiðini hjá teimum sokallaðu reinu og korrektu so ófatiliga óhugnalig, at teirra víðgongda trongdskygni avmarkar tað mest sentrala í einum demokratiskum samfelagi: talu- og skrivifrælsi.

At fólk aftra seg at siga sína meining, tí tey vilja ikki verða skírd fyri at vera rasist. At tey halda seg vekk, tí tey ynskja ikki at fáa slíkt omanyvir seg.

Hetta er so nógva ferðir verri enn at leggja fólk undir líkt og ólíkt. Tá trekkir tú beinleiðis tenninar úr fólkaræðinum.

Og ert tú ein av teimum, ið hevur upplivað at verða skírdur rasistur, tí tín áskoðan ikki sampakkaði við sjónarmiðini hjá teimum politisku korrektu, skal tú bara svara teimum aftur, at tú hevur rætt til at hava eina meining, eins og tey, uttan at verða kallaður rasistur v.m.

Um vit ikki hava loyvið at hava ymiskar meiningar, er fólkaræðið í vanda. Og tá er einki vunnið.

Hanus Samró – Fólkaflokkurin 23.03.2019

*Myndin er frá fríggjadagsbønini í Keypmannahavn í gjár, men hon kundi eins væl verið tikin í Saudi Arabia!

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.