Ítrottur Tíðindi

Signhild Joensen vann trygt 200 metur rygg við 7. sekundum

Signhild Joensen svam ein tryggan sigur heim í 200 metur rygg. Hon legði seg á odda frá byrjan av og tað ið hon kom á mál, var hon heili 7 sekund frammanfyri nummar tvey.

Tíðin gjørdist 2:13.61, nummar tvey var Kristina í Skála úr Havnar Svimjifelag, við tíðini 2:20.61 og nummar trý gjørdist Eyðrið Mortensen eisini úr Havnar Svimjifelag við tíðini 2:29.60.

Jonna Joensen frá Ægir svam eisini ein góðan 200 metur ryggsviming, hon kom inn við tíðini 2:29.60 og tað var persónligt met, gamla tíðin hjá henni var 2:31.53, so hon forbetraði seg næstan 2. sekund, sera flott klára. Jonna Joensen bleiv nummar fýra.

Stórt tillukku Signhild og Jonna.

SáH

 

 

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.