Signhild Joensen frá Ægir hevur hetta vikuskiftið svomi í einari stórari kapping í høvuðsstaðnum í Portugal Lissabon.
Hon svam seg í gjár í A-finaluna og har vann hon eina flotta silvurmedalju í 200 metur ryggsvimjing við tíðini 2:19.97.
Tíðin kundi gott verið eitt sindur betur, hon er eitt sindur frá føroyska metinum hjá henni, men sera gott klára, at svimja eitt silvurheiðurstekin til Klaksvíkar í eini so stórari kapping uttanlanda.
Stórt tillukku til Signhild og venjaran Jamie.
SáH
Please follow and like us: