Signhild Joensen vann Gull í 200 metur ryggsvimjing í Bergen Swim Festival 2018

Signhild Joensen frá Ægir svam ein sera góðan 200 metur rygg í Bergen Swim Festival 2018 ídag, har hon kom inn við tíðini 2:14.99 sum er gott sekund frá Føroyska metinum hjá henni, sum er 2:14.01.
Hon legði seg á odda frá byrjan av og kom tvey sekund fyrr á mál enn norska kvinnan Hanna Rosvall, sum hevði tíðina 2:16.81 og nummar trý gjørdist Ingerborg Vassbakk Løyvning, sum vann kappingina í 100 metur ryggsvimjingina, hon kom inn við tíðini 2:18.56.
Signhild hevur havt eina sera góða stevnu í Norra, vunnu tvey gull, eitt silvur og sett Føroyskt met í 100 metur ryggsvimjing.
Stórt tillukku Signhild og sjálvandi eisini til venjaran Jamie Arro.
Føroyska landsliðið kemur aftur í morgin við Atlantic Airways.
SáH